ÍF heldur fram í somu øði

Í dag vóru tað teir næstbestu hjá B36, sum løgdu rygg til stórtap

Hans Jákup J. Lervig hevur í tveimum teimum fyrstu umførunum skorað fýra av teimum tíggju málunum hjá ÍF

Fyri einari viku síðani vann ÍF 5-0 á útivølli ímóti teimum næstbestu hjá NSÍ.

 

Í dag átti ÍF heimavøll fyri fyrstu ferð síðani niðurflytingina í heyst.

 

Teir næstbestu hjá B36 vóru gestir í góðveðrinum í Fløtugerði, og aftur í dag endaði tað við, at ÍF vann 5-0.

 

Tveir 5-0 sigrar, fult stigatal og málmunurin 10-0. Tað ber ikki til at siga annað, enn at ÍF frá byrjan av hevur sett kós móti málinum, ið er sum skjótast at endurvinna plássið í bestu deildini.

 

Í fyrsta umfari skoraði Hans Jákup J. Lervig tvey mál, og aftur í dag var Hans Jákup tvífaldur málskjútti. Hini málini skoraðu Santiago Nicolas Lebus, Rúnar Joensen og so var eitt sjálvmál.

 

B36 hevur higartil spælt tveir dystir á útivølli. Í fyrsta umfari var úrslitið 2-0 tap í Trongisvági, og í dag var úrslitið 5-0 tap í Fuglafirði. Tríggjar tær næstu ferðirnar skal B36 spæla í Gundadali – ímóti HB, B71 og Víkingi. Einasti B36 spælarin í dag, sum plagar at vera á listanum hjá besta liðnum, var Andreas Thomsen.

 

Í triðja umfari fer ÍF at spæla á útivølli ímóti TB.

 

Hans Jákup J. Lervig hevur í tveimum teimum fyrstu umførunum skorað fýra av teimum tíggju málunum hjá ÍF