ÍF – HB fluttur

Oddadysturin í Effo-deildini byrjar seinni enn hinir dystirnir

Oddabrakið í landskappingini í bestu deildini í fótbólti er fluttur. Dysturin er vegna jarðarferð fluttur frá sunnudegnum klokkan 15 til klokkan 16. HB kann blíva FM vinnari, um teir fáa javnleik ella vinna dystin.

 

Ein dystur verður leygardagin, tá AB og KÍ klokkan 17 spæla á Argjum. Síðani verða tríggir dystir sunnudagin klokkan 15. Teir eru: B36-TB, 07 Vestur-NSÍ og EB/Streymur-Víkingur. Og klokkan 16 byrjar so oddabrakið millum ÍF og HB í Fuglafirði.

 

Rás2 sendir fótbólt alt vikuskiftið. Byrjað verður at senda leygardagin klokkan 16. Tá beinleiðis frásøgn verður av Argjum millum AB og KÍ. Sunnudagin verður sent frá klokkan 14 til oddabrakið í Fuglafirði er liðugt, umframt at tikið verður samanum alt umfari. Beinleiðis frásøgn verður úr Gundadali millum B36 og TB og í Fuglafirði millum ÍF og HB. Rás2 fylgir gongdini í hinum dystunum í Effo-deildini og í hondbóltskappingini.

 

Effo-deildin 25.umfar:

 

Leygardagin:

AB – KÍ (17.00) Rás2

 

Sunnudagin:

B36 – TB (15.00) Rás2

07 Vestur – NSÍ (15.00)

EB/Streymur – Víkingur (15.00)

ÍF – HB (16.00) Rás2