Tað er ein spurningur, um ÍF nakrantíð hevur vunnið so nógv móti einum øðrum 1. deildarliðið, sum teir gjørdu sunnudagin.
Sumbingar vóru á vitjan, og teir noyddust avstað aftur við einum eyðmýkjandi ósigri.
ÍF vann 11-0 og streyk upp í toppin av bólki 2 í steypakappingini.
Sumbingar vóru ikki væl fyri sunnudagin, og teir brendu m.a. eitt brotsspark.
ÍF-Sumba 11-0 (5-0)
1-0: Bartal Eliasen
2-0: Mariniak Maciej
3-0: Egil Zachariasen
4-0: Áslakkur Petersen
5-0: Áslakkur Petersen
6-0: Bartal Eliasen
7-0: Mariniak Maciej
8-0: Mariniak Maciej
9-0: Egil Zachariasen
10-0: Kári Petersen
11-0: Egil Zachariasen