Tað passar helst ÍF væl, at lítið av ljósi verður varpað á hendan dystin. Tað hevur gingið av skriðuni til hjá fuglfirðingum í seinnu hálvu, har liðið hevur tapti samanlagt 9-1 móti B36 og NSÍ.
Les eisini: Upptakt B36-NSÍ
Hóast EB/Streymur gjørdi eitt ordans sprell móti KÍ í fyrsta umfarinum eftir summarsteðgin, so brast einhvør vón við 4-0 tapinum fyri AB.
Hetta er á papírinum besti møguleikin hjá ÍF at vinna sær trý stig, og harvið sleppa undan øllum tosi um niðurflyting. Eydnast tað ikki, so er tað bara ein staðfesting av, at okkurt gali í ÍF.
EB/Streymur er eftir øllum vanligum logikki flutt niður. Felagið skal helst niður at venda, men tað merkir ikki, at spælararnir hjá teimum ikki geva seg alt teir eiga í hvørjum dysti. Teir spæla longu fyri at koma aftur í bestu deildina um tvey ár.
Dysturin byrjar klokkan 15.