ÍF er framvegis ósigrað

1. DEILD: Í dag leyp lítið av í Gundadali ímóti teimum næstbestu hjá HB

Gundur E. Petersen skoraði einasta málið í Gundadali, tá ið ÍF vann 1-0 ímóti HB

ÍF hevur í dag vunnið trý stig í Gundadali. Úrslitið ímóti teimum næstbestu hjá HB vaeer 1-0 til ÍF.

 

Málið skoraðu fuglfirðingar longu, tá ið ein lítil løta var farin.

 

Málskjútti var Gundur E. Petersen, og uppleggið átti Dánjal á Lakjuni. Gundur E. Petersen hevur higartil í ár skorað trý mál.

 

ÍF var meiri á bóltinum, og ÍF vann tíggju hornaspørk, meðan HB vann fýra hornaspørk.

 

Í royndum ímóti málinum var tað meiri javnt, og bæði liðini høvdu einstakar góðar málmøguleikar.

 

Síðsta vikuskifti varð nógv tos um, at Dan í Soylu og Pætur J. Petersen vóru á næstbesta HB liðnum allan dystin á tamb á Sandi, har B71 vann 2-0.

 

Í dag var einki at síggja til Dan í Soylu og Pætur J. Petersen. Tað kundi bent á, at teir í morgin ímóti 07 Vestur eru ætlaðir at eiga onkran leiklut. Merkisvert var tað eisini, at ÍF liðformaðurin Karl Løkin longu í 9. minutti noyddist skaddur av vøllinum. Í hansara stað varð settur 18 ára gamli Aron Kensson.

 

ÍF er topplið við 19 stigum fyri sjey dystir, og HB hevur 9 stig fyri sjey dystir.

 

Um eina viku fær ÍF vitjan av 07 Vestur, og um eina viku fer HB at spæla grannauppgerð ímóti Undrið FF.

 

Gundur E. Petersen skoraði einasta málið í Gundadali, tá ið ÍF vann 1-0 ímóti HB