Tvey tey seinastu árini hevur ÍF vunnið silvur í landskappingini. Eftir eitt sindur trilvandi fyrstu umfør eru fuglfirðingar rættiliga komnir fyri seg. Tað varð staðfest skírisdag, tá ið tað endaði við sannførandi 3-0 sigri á heimavølli ímóti EB/Streymi.
Í dag eigur ÍF aftur heimavøll, og í dag vitjar B36, sum tað higartil hevur gingið sum eftir ánni hjá.
Hjá B36 eru Klæmint Matras og Símun Joensen framvegis skaddir.
Hjá ÍF er Frank Poulsen skaddur, og Jákup Mikkelsen hevur higartil ikki vant nakað serligt.