Tað hevur verið kappast í steypakapping í flogbólti hjá monnum síðani 2000. Í kvøld var 23. finalan, og higartil hava fýra feløg vunnið steypafinalur.
Fyrstu finaluna – hana í 2000 – vann Mjølnir við sigri á FLEYR.
Árið eftir – í finaluni í 2001 – vóru tað somu feløg, sum í kvøld spældu finalu, sum dystaðust. Ta ferðina vann ÍF 3-0.
Umframt Mjølnir og ÍF hava SÍ og FLEYR vunnið finalur.
Flest finalur hevur ÍF vunnið. Fuglfirðingar hava vunnið níggju finalur.
Í kvøld vann Mjølnir fyri sættu ferð steypakappingina. Mjølnir hevur vunnið í 2000, 2006, 2007, 2019, 2020 og so í 2022.
SÍ hevur vunnið finaluna sjey ferðir – SÍ seks ferðir, og SÍ b í 2018.
Fjórða felagið, sum hevur vunnið steypafinalu í mansflogbólti, er FLEYR, sum vann í 2017.
| Flogbóltur | ||||
| Steypavinnarar menn 2000 - 2022 | ||||
| 2022 | Mjølnir | |||
| 2021 | ÍF | |||
| 2020 | Mjølnir | |||
| 2019 | Mjølnir | |||
| 2018 | SÍ | |||
| 2017 | FLEYR | |||
| 2016 | ÍF | |||
| 2015 | SÍ | |||
| 2014 | ÍF | |||
| 2013 | ÍF | |||
| 2012 | SÍ | |||
| 2011 | ÍF | |||
| 2010 | SÍ | |||
| 2009 | ÍF | |||
| 2008 | SÍ | |||
| 2007 | Mjølnir | |||
| 2006 | Mjølnir | |||
| 2005 | SÍ | |||
| 2004 | ÍF | |||
| 2003 | ÍF | |||
| 2002 | SÍ | |||
| 2001 | ÍF | |||
| 2000 | Mjølnir | |||











