ÍF dragnaði í gullstríðnum

1. DEILD: Gula kortið var átta ferðir á lofti, tá ið tað endaði javnt í Leirvík, har ÍF var gestur hjá Víkingi

Tað var grannauppgerð í góðveðrinum í Leirvík í kvøld. Teir næstbestu hjá Víkingi høvdu uppi á Brekku vitjan av ÍF, og tað endaði 1-1, sum eisini var hálvleiksstøðan.

 

Hagtølini siga, at ÍF hevði átta royndir á og framvið heimamálinum, og at Víkingur hevði sjey royndir á og framvið ÍF málinum. Víkingur vann átta hornaspørk, og ÍF vann trý hornaspørk.

 

Eitt korter var farið, tá ið Jákup Andrias Thomsen legði heimaliðið framum. 18 ára gamli Jákup Andrias Thomsen hevur verið millum teir drúgvastu á næstbesta liðnum hjá Víkingi í ár, og hetta var triðja ferðin, at hann var málskjútti.

 

Síðstu ferðirnar hava Ari Olsen og Finnur Justinussen verið nógv á næstbesta liðnum hjá Víkingi. Tað vóru teir ikki í kvøld. Teir eru nú bara í besta hópinum.                                                                          

 

Í 27. minutti javnaði ÍF til 1-1. Málskjútti var Jóhan Petersen. Hetta var fimta málið, sum Jóhan Petersen skorar í næstbestu deildini í ár.

 

Tá ið ÍF 12. mai hevði vitjan av Víkingi, var úrslitið eisini 1-1. ÍF er næstfremst við 30 stigum. TB er topplið við 33 stigum. Bæði ÍF og TB hava spælt 13 dystir. Víkingur er á triðja plássi við 24 stigum fyri 14 dystir.

 

Dómarin hevði gula kortið á lofti átta ferðir í kvøld. Fimm víkingar sóu gult, og tríggir ÍF spælarar sóu gult.

 

 

 

Víkingur – ÍF 1-1 (1-1)

 

1-0: Jákup Andrias Thomsen 15.

 

1-1: Jóhan Petersen 27.

 

Dómari: Rani A. Skaalum

 

-

 

TB131102381333
ÍF13931301330
Víkingur14734362424
B7112732221124
Undrið FF13625191820
13616362419
HB13517252716
B3613319173310
NSÍ1322913488
07 Vestur13021111362

 

-

 

Fríggjadagin

 

HB – Undrið FF: Jón Tór Baldvinsson kl. 20.15

 

B36 – KÍ: Heini Ziskason Viðoy kl. 20.00

 

Leygardagin

 

TB – B71: Bjarki Danielsen kl. 17.00

 

Mánadagin

 

07 Vestur – ÍF: Áki Leitisstein Hansen

 

Týsdagin

 

NSÍ – Undrið FF: Árni Brandsson Petersen

 

B71 – KÍ: Jákup Øssursson Mohr kl. 19.30