ÍF ætlar at oyðileggja eystanstevnuna

(Ljóðsamrøða) Hoyr samrøðu við tvímálskjúttan hjá ÍF, Dánjal á Lakjuni her

Tað var ein fegin tvímálsskjútti og "match-vinnari" hjá ÍF, sum Rás2/in.fo fekk orðið á fyrr í dag.

 

Dánjal á Lakjuni, stríðsmaður á miðvøllinum hjá ÍF fegnast um úrtøkuna hjá liðnum við Margáir í Streymnesi, har tað fyri fyrstu ferð síðani 17. apríl eydnaðist fuglfirðingum at fáa øll trý stigini. Dánjal undirstrikar eisini, at tað var týdningarmikið at fáa tann tunga endan av effodeildini uppá avstand.

 

Dánjal sigur, at nú ætlar ÍF at oyðileggja eystanstevnuna hjá NSÍ við Løkin í Runavík komandi leygarkvøld.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna við Dánjal á Lakjuni, sum var gjørd fyrr í dag.