- Hatta var idioti. Seinastu løtuna er einki skil á taktikkinum spælskipanini, og tað er for galið. Tað kostar okkum tvey óluksáliga týðandi stig!
Hans Áki Dal Christiansen var snøgt sagt í øðini, tá dysturin móti VÍF var av sunndagin. Ikki minst iðraði hann seg um, at tað ikki eydnaðist Kyndli at avgera dystin, tá teir í einar fimm minuttir høvdu yvirtalsstøðu móti dystarloki.
- Vit spæla seks móti fýra, og vit klára ikki so mikið sum at spæla verjuna tunna. Tá er okkurt galið. Bæði við spælskiparanum og við beinkinum.
Sipar tú til, at tit tá skuldu tikið tað time-out?ið, sum tit framvegis áttu eftir.
- Sjálvandi. Vit skulu sláa kalt vatn í blóðið, og klára vit tað ikki sjálvir, so skulu venjararnir gera tað, staðfesti hann.
Kanska hørð orð, men helst eisini søgd í eini stórari frustratión, nú Kyndil triðju ferð á rað var við undirlutan móti arvafíggindunum úr VÍF.
Men sæð yvir ein kamb, so var avrikið hjá Kyndli í dystinum ikki nóg støðugt. Í løtum høvdu teir veruliga takið á VÍF, men løturnar vóru bæði ov fáar og stuttar, fyri at tær veruliga skuldu gera nyttu.
- Men tað er sama søgan, sum ger seg galdandi. Í endaspælinum hevur tað verið alt ov nógv upp og niður hjá okkum. Vit hava snøgt sagt ikki verið nóg góðir, og heldur enn at stríðast saman, so verður skuldin tveitt á aðrar, og tað er ikki nóg gott. Tað er nakað, sum vit mugu broyta her og nú.
Men enn er ikki alt mist. Góði málmunurin ger, at tað við at kalla vissu er nóg mikið, um Kyndil vinnur tað, sum eftir er, og tað ásannaði Hans Áki eisini.
- Sjálvandi er alt ikki mist. Og vit hava enn møguleikan at avgera alt sjálvir. Men vit gjørdu tað nakað nógv truplari við tapinum í dag. Tað svíður eisini, at vit nú tríggjar ferðir á rað hava tapt fyri VÍF, men hava bara ikki verið nóg smartir, staðfesti altso Hans Áki Dal Christiansen at enda.