Idiotar í Fótbóltssamgonguni

Carlos Tevez er í øðini inná suðuramerikanska fótbóltssamgonguna CONMEBOL, og kallar teir sum arbeiða har fyri idiotar

Sunnukvøldið – í annaðkvøld – verður stóra suður amerikanska finalan í Copa-Libertadores kappingini leikt, tá argentinsku arvafíggindarnir Boca Juniors og River Plate bresta saman.


Tað sermerkta er tó, at finalu dysturin hesaferð ikki verður leiktur í Argentina, men á Bernabeu leikvøllinum í Madrid í Spania. Hetta tí, at so mikið stórur ófriður valdaði seinast tá liðini skuldu bresta saman í Argentina, at suður amerikanska fótbóltssamgongan, CONMEBOL, hevur flutt dystin til annað land.

 

Og tað er ikki fallið í góða jørð hjá stóru stjørnuni hjá Boca Juniors, Carlos Tevez. Við suður amerikanskar miðlar, gav Carlos Tevez í gjárkvøldið suðuramerikanska fótbóltssamgonguni, CONMEBOL, av grovfílini.

 

-       Hetta er eitt CONMEBOL-ting. Tað er ein Copa Libertadores finala. Við at hava flutt dystin, hevur CONMEBOL hvørki hugsað um leikararnar ella áskoðararnar.

 

-       Sum ein vinmaður fortaldi mær, er CONMEBOL ein organisatión við trimum idiotum aftanfyri eitt skrivaraborð, sum ikki hava hóming fyri, hvat gongur fyri seg í fótbóltssamanhangi, sigur Carlos Tevez, sum undirstrikar at hann er serstakliga ónøgdur við at dysturin er fluttur til Spania.

 

Copa Libertadores finalan verður leikt sunnukvøldið klokkan 19:30 á Bernabeu í Madrid. Flestu føroyingar fáa fylgt dystinum á 6’arinum, sum sæst á Televarpinum.