Brynjálvur Nicolajsen og Tóra Martinsdóttir eru tvey teirra, sum hava tikið av tilboðnum at gista í skúlanum.
- Hetta er heilt ideelt. Vit liggja centralt, so tað kann næstan ikki verða betri, sigur Tóra, sum er úr Sandavági.
- Daman er við barn, so vit ynsktu eitt trygt og friðarligt stað, og her ganga vaktir alla tíðina, sigur Brynjálvur, ið er úr Skopun.
Tey bæði eru sera positivt yvirraskað av umstøðunum.
- Satt at siga visti eg ikki heilt, hvat eg skuldi vænta. Eg væntaði kanska, at her fór at vera nógv rúsdrekka og slíkt, men her er ordiliga strangt og ordiligt. Alkohol er nevniliga bannað her, so tað er ordiliga gott, sigur Brynjálvur.
Ein skúlastova kostar 3000 krónir fyri vikuskiftið, og tað kunnu vera upp til seks fólk búgvandi har.
- Vit búgva seks vinfólk her í eini skúlastovu. Tað er eisini ein partur av hugnanum og festivalinum, sigur Brynjálvur.
- Vit bæði komu longu hóskvøldið saman við einum øðrum. Fyrstu náttina vóru vit tí trý fólk, meðan hini ikki komu fyrr enn í gjár, sigur Tóra.
Áður hava Brynjálvur og Tóra tjaldað ella búð hjá vinfólki, meðan Summarfestivalurin hevur verið. Men skúlastovurnar eru sambært teimum eitt gott alternativ.
- Um vit koma aftur á Summarfestival næsta ár, so fara vit nokk aftur at búgva á henda hátt tá, siga tey bæði við ein munn.