Hetta er aðru ferð, at Vikublaðið sum ogn hjá Miðlahúsinum skipar fyri tiltakinum Ársins Handil. Á vári 2011 keypti Miðlafelagið Vikublaðið, og valid at halda fram við átakinum, Ársins Handil.
Undirtøkan var góð, tí heilir 47 handlar tóku lut í átakinum.
Tað eru kundarnir hjá ymsu handlunum ið gera av, hvør fær heitið sum Ársins Handil, og tað fer fram á tann hátt, at handlarnir fáa eitt nummar, og so kunnu kundarnir senda sms inn til eitt telefon nummar við nummarinum á handlinum.
Nógv folk hava nýtt høvi at senda inn sms, ikki minst tí millum luttakararnar varð ein Kia Ceed burturlutaður.
Á gallaveitsluni vórðu so handlarnir kunngjørdir, sum gjørdust nummar eitt, tvey og trý.
Fyrst varð kunngjørt, hvør handil gjørdist nummar trý, og tann heiðurin fekk Jógvan Weihe. Nummar tvey gjørdist Berglon, og tey vóru væl nøgd við annað plássið, tí, sum tey nevndu, so eru Berglon handlarnir uttan fyri Havnina.
Ársins Handil 2012 gjørdist Ide Møblar, og stjórin, Birgir Andreasen, var sjálvandi stak væl nøgdur. Hann nýtti høvi at takka starvsfólkum sínum og dulgi heldur ikki fyri, at tey høvdu gjørt sítt til at fáa kundar at atkvøða fyri teimum.
Hetta er sættu ferð, at Ide Møblar vinna heiðurin sum Ársins Handil, so okkurt gera tey rætt.
Vunnu Kia Ceed
Sum nevnt varð ein bilur burturlutaður millum øll tey, sum sendu sms inn og atkvøddu fyri einum handli.
Tað var sýslumaðurin í Streymoy, ið dró vinnandi sms’ið, og tað vísti seg at vera Harriet og Petur Mortensen úr Hósvík, ið vunnu Kia Ceed bilin frá Berg Motors.
Petur hevði annars aðrar ætlanir leygarkvøldið, men tær vórðu lagdar á ís, fyri at taka lut á gallaveitsluni, har Aksel Ljósheim frá Berg Motors handaði teimum báðum lykilin til bilin.
Tey høvdu framman undan ein Kia bil, og Petur Mortensen hevði tosað um at keypa ein bil aftrat. Annars er tað fyri tað mesta Harriet, sum brúkar bilin.
Tað var eg, sum send isms inn til kappingina. Eg hevði lisið um kappingina í Vikublaðnum, so eg gjørdi av at verða við, segði Harriet Mortensen, tá hon fekk handaðar lyklarnar til bilin.
Gallaveitslan var væl umtókt, og eini 150 fólk vóru við til ein góðan bita og góðan dansitónleik á Hotel Føroyum.
Og stjórin á Vikublaðnum, Jonhard Hammer, kundi lova luttakandi handlunum, at blaðið fer at skipa fyri Ársins Handli aftur í ár.









