Ida frá X-Factor: Ein fløga er ávegis

Nú er X-Factor aftur á skránni, og nógv hava allarhelst undrast á, at einki hevur verið at frætt frá X-Factor Idu, sum vann kappingina í fjør.

 

Men hon sigur, at tað er ein orsøk til hetta.

Hon greiður frá á heimasíðuni hjá DR, at hon hevur fingið eitt heimastudio, har hon situr og arbeiðir við tí fløgu, sum kemur á marknaðin skjótt.

 

Harumframt er hon í Keypmannahavn um dagarnar, og arbeiðir har saman við framleiðarum, sum hava til uppgávu at arbeiða víðari við tí tónleiki, sum Ida upptekur heima við hús.

 

Hon staðfestir eisini, at góðskan hevur nógv at siga, og at hon vil seta fokus á hetta, heldur enn at skunda sær á tónleikamarknaðin, meðan X-Factor sigurin enn er aktuellur.

 

- Tað hevur verið eitt fantastiskt ár, og mær dámar væl hesa tilgongdina, sigur hon við DR.

 

Skjótt kemur hennara fyrsta fløga á marknaðin, og Ida sigur seg ikki vera í iva um, at X-Factor hevur gjørt tað møguligt hjá henni at fáa fótin innum danska tónleikamarknaðin.

 

Fløgan hjá Idu kemur út í vár.