Ida Corr hittar í USA

Nú hevur USA fingið eyga á donsku songkvinnuna Ida Corr. Í løtuni er sangurin See You Later at hoyra á amerikonskum dansistøðum og á hittlistum.

 

Ida Corr hevur áður toppað á hittlistunum í USA við Let Me Think About It, sum hon gjørdi í samstarvi við dj og framleiðaran Fedde Le Grand. Nú er danska sangarinnan so aftur at finna í toppinum á hittlistunum.

 

Tað er sangurin See You Later, sum hesa vikuna liggur á einum triðja plássi á Top 40 USA National Dance Chart. Ida Corr hevur skrivað sangin saman við ensku duoini Bimbo Jones, sum eisini hava gjørt remix av sangum hjá Rihannu, Lady GaGa og Madonnu.

 

Hittlistin Top 40 USA National Dance Chart er samansettur av ymsum dj´arum og vísir teir mest vælumtóktu sangirnar á dansistøðunum í USA.

Komandi fløgan hjá Idu Corr, Original ClubStep, kemur væntandi út einaferð í heyst.