Fólkatingskvinnan Ida Auken, sum hevur verið sjúkramelað síðani apríl, skiftir nú frá teimum Radikalu til Javnaðarflokkin.
Tað upplýsir flokkurin í tíðindaskrivi.
Fyri Ritzau váttar Ida Auken, at hon fer aftur til arbeiðis í Fólkatinginum beinanvegin.
Mette Frederiksen, forsætisráðfrú, gleðir seg til at fáa Idu Auken við á liðið:
– Eg eri fegin um, at Ida Auken hevur valt at gerast partur av Javnaðarflokkinum. Ida er ein royndur og dugnaligur politikari.
– Hon hevur seinastu mongu árini brúkt politiska lív sítt til at stríðast fyri veðurlagnum og umhvørvinum. Eitt stríð, vit eisini stríða í Javnaðarflokkinum. Eg fegnist tí eisini um, at vit í dag kunnu bjóða Idu vælkomnari í tingbólk okkara, sigur Mette Frederiksen í tíðindaskrivinum.
Hon er annar limur í tingbólkinum, sum er farin úr teimum Radikalu seinstu dagarnar.
Fyri fáu døgum síðani meldaði Jens Rohde seg úr flokkinum. Hann er í løtuni leysgangari – og altsi ikki knýttur at nøkrum flokki.
Síðani fólkatingsvalið 5. juni í 2019 hava 8 fólk meldað seg úr flokkinum, tey vórðu vald fyri:
1. Simon Emil Ammitzbøll-Bille (Liberal Alliance)
2. Uffe Elbæk (Alternativet)
3. Sikandar Siddique (Alternativet)
4. Susanne Zimmer (Alternativet)
5. Orla Østerby (Det Konservative Folkeparti)
6. Lars Løkke Rasmussen (Venstre)
7. Jens Rohde (Radikale Venstre)
8. Ida Auken (Radikale Venstre)
/ritzau/