Ida Amalia til Føroyar at strippa

So heldur Paradise Hotel fepurin fram. Klaksvíkar klubbi boðar nú frá, at Ida Amalia kemur til Føroya 18. mars, har hon fer at strippa. Paradise Hotel fepurin hevur av álvara lagt seg á føroyska náttarlívið.

 

Seinasta vikuskiftið vóru Paradise Hotel luttakarar í bæði Deep og Rex, og nú hevur fepurin funnið sín veg til Klaksvíkar.

 

Tað er eingin annar enn blondinan Ida Amalia, sum trínur á pallin í Klaksvíkar Klubba 18. mars.

 

Hon man neyvan teljast millum hvassastu knívar í skuffuni, tí hon er millum annað kend fyri at spyrja, um Meksiko liggur í Afrika. Men at strippa dugir hon ? og tað skal hon so gera í Klaksvík í næstum.