Idé Møblar 25 ár

Hósdagin 19. februar vóru liðin 25 ár síðan Elsebeth og Birgir Andreasen lótu fyrsta Idé handilin upp við Staravegin í Havn. Síðan byrjan hevur fyritøkan húsast í seks ymiskum støðum á sama handilsøki

Søgan um møblasøluhjúnini Birgir og Elsebeth Andreasen byrjar í 1979, tá Elsebeth fekk hugskotið til at fara undir at selja møblar. Birgir hevði tá ein matvøruhandil í Torfinsgøtu, sum hann tá gavst við.

Síðan tey byrjaðu, hava tey samstarvað við Idé Møbler í Danmark, og tað gera tey framvegis.

Í 1979 leigaðu tey seg inn í ein bygning við Staravegin, og næstu árini gekk tað støðugt fram á hjá fyritøkuni.

Í 1982 bygdu Idé Møblar ein nýggjan handilsbygning við Staravegin, men eisini teir 2200 fermetrarnir gjørdust eftir nøkur ár ov fáir.

Í 1988 varð nógv gjørt burtur úr, tá nýggi risastóri handilsbygningurin upp á fleiri enn 7000 fermetrar stóð klárur at hýsa Idé Møblum. Bygningurin var ein av teimum heilt stóru handilsbygningunum í landinum, og fyrstu tíðina gekk væl.

Tá búskaparkreppan herjaði fyrst í 90-unum, var Idé Møblar ein av fyrstu fyritøkunum, sum mátti lata aftur, hetta var í 1990.

Í 1991 leigaðu tey seg inn í ein bygning hjá Johannes Berg á Hálsi, og frá fyrsta degi gekk væl við søluni. Árið eftir fluttu tey inn í leigaði hølir hjá Havnar Timburhandli við Falkavegin.

Í 1995 keyptu tey økið, har nýggi bygningurin stendur í dag. Í november 2000 var flutt inn í bygningin, sum er góðar 4000 fermetrar.

Nýggi handilin hevur verið ein succes bæði fyri tey sum starvast í fyritøkuni og fyri kundarnar, sum nú tvey ár á rað hava valt Idé Møblar til "Ársins Handil" Í dag starvast 16 fólk í fyritøkuni.