iConcept eigur framvegis VoIP-marknaðin

Eftir trimum árum hevur iCon­cept sett seg væl á før­oyska marknaðin fyri inter­net-telefoni. Fyrst innan privatkundar, men seinnu árini alt meira innan vinnu­kundar. Enn hevur ongin kappingarneyti veruliga bjóða felagnum av

Edmund Jacobsen

edmund@pressecentrum.dk

-------------------------

 

Soleiðis hevur tað ljóða í fleiri ár. Og hyggur ein nærri at, hvussu samskifta verður í dag, so eru føroy­ingar stórnýtarar av VoIP (Voice over IP) tøkni. Ein stórur partur av teimum pri­vatu samrøðunum millum Føroyar og útlandi fer í dag fram umvegis ókeypis tæn­astuna Skype, har ið teldan sum oftast verður nýtt sum telefon.

Samstundis hevur før­oyska felagið iConcept síð­ani 2005 bjóða fram eina ser­­staka tænastu, har ið til ber at tekna hald, fáa eitt føroykst telefonnummar og síðani ringja ímillum Før­oyar og útheimin fyri ein sera lágan prís.

Privatkundar fyrst

Ei undur í, at iConcept fekk nógvar privatkundar frá byrj­­an, tí brádliga var tað nærum líka bíligt at ringja ímillum Føroyar og útheim­in sum at ringja innan­oyggja.

Síðani byrjanina í 2005 hevur iConcept nærum havt henda marknað einsamalt - ongin kappingarneyti hevur veruliga bjóða felagnum av. Og hóast Føroya Tele og aðrar fyritøkur bjóða fram ymiskar loysnir innan IP-tele­foni, so er iConcept ein­asta fyritøka, sum bjóðar fram eina vælvirkandi og full­­komna loysn - ikki ein­ans til privatkundar, men eisini til vinnulívið:

- Vit fingu eina sera góða byrjan við privatkundunum, men síðani var eitt sindur av minking. Tað er sum um góðu tíðirnar høvdu við sær, at fólk ikki hugsaðu so nógv um kostnaðin, og tískil onki løgdu í, um fast­nettelefonin varð nýtt til út­landssamrøður. Seinastu mánaðarnar, har ið vit hava hoyrt so nógv um niður­gangs­tíðir, hevur vøkstur aftur verið innan privat­kund­ar, sigur Eyðstein Johanne­sen, ið saman við øðrum stovnaði iConcept fyri um­­leið trimum árum síðani.

Fleiri vinnukundar

Tann einfalda loysnin til privatmarknaðin riggar væl og hevur ein lutfalsliga góð­an og støðugan kundaskara. Men sambært Eyðstein Johannesen er tað sølan til vinnulívið, ið skal skapa framhaldandi vøkstur fyri felagið.

- Tann stóra broytingin fyri iConcept er, at vit sein­astu tvey árini hava satsa munandi meira uppá vinnu­kundar. Her bjóða vit fram heildarloysnir innan internet og telefoni, sum ger tað lættari - og nógv bíligari - hjá fyritøkum at samskifta umvegis internetið, sigur Eyðstein Johannesen.

Sum dømi tekur hann eina føroyska fyritøku, sum hevur deildir í Føroyum og uttanlanda. Við einari IP-loysn ber til at hava tele­fon­móttøku í Føroyum, sum eisini stillar um til starvsfólk í Fraklandi ella Japan - á sama hátt sum um tey sótu í Føroyum. Samstundis ber til at knýta fleiri ymiskar tænastur afturat IP-loysnini, so tað gerst munandi lættari at samskifta. Til dømis ber til at tosað ókeypis ímillum deildir, hóast hesar liggja spjaddar í fleiri londum. Fyritøkur, hvørs sam­starvs­felagar eisini nýta telefon­loysnir frá iConcept, kunnu eisini samskifta ókeypis sín­á­millum

- Tað er eingin loyna, at hóast privatkundar hava stóra týdning fyri okkum, so ber til at virðisøkja tæn­astur og loysnir meira, tá ið ein selur til vinnulívið, og á tann hátt økja um inn­tøk­urnar hjá iConcept, sigur Eyðstein Johannesen.

Hann leggur afturat, at iConcept hevur havt ætlanir um at royna seg uttanlanda, men fyribils er avgjørt held­ur at nýta orkuna til at styrkja og betra um loysnir til føroyskar vinnukundar.

- Tøkniliga eru vit væl fyri, men kappingin er nógv harðari í eitt nú Danmark, sigur Eyðstein Johannesen.

Framtíðin er spennandi

Fyri feløg sum iConcept er framtíðin sera spennandi, tí tøknin mennist við miklari ferð.

- Vit fara at uppliva stórar broytingar, har ið telefoni um­vegis internetið fer at inni­halda nógv fleiri møgu­leikar enn í dag. Tað, ið kanska er mest spennandi, er at nýmótans fartelefonir eisini sleppa upp í part. Tað ber longu til at nýta far­tele­fonir til IP-telefoni, men enn eru loysnirnar ikki nóg brúkaravinarligar. Men rák­ið gongur tann vegin, og skjótt verður tað vanligt, at fartelefonir verða nýttar til bíligar telefonsamrøður um­­vegis internetið, sigur Eyð­stein Johannesen.

-------------

 

Stutt um VoIP

Voice over Internet Protocol (oftani stytt VoIP ella IP-telefoni) er ein máti at senda samrøður millum tveir ella fleiri persónar umvegis alnótina ella onnur IP-netverk. Samrøðan verður varpað sum datapakkar mótsatt vanligum telefonum, har ið samrøðan verður stýrd av umferðum og leiðarum. Best kenda VoIP-tænastan er Skype (www.skype.com), ið virkar sum eitt sokallað peer-to-peer (vin-til vin) samband umvegis alnótina ímillum tvær teldur. Hettar samskiftið er ókeypis, tó kann ein keypa eyka tænastur sum til dømis SkypeOut - upkall til vanligar telefonir - ella Voicemail - telefonsvarara. Eisini finnast nógvar tænastur, har ið VoIP-samskiftið fer umvegis ambatarar. Hesar tænastur skal ein gjalda fyri, men kostnaðurin er vanliga fleiri ferðir lægri enn við vanligum telefonum. Ein greinskiljing av VoIP kann finnast á en.wikipedia.org/wiki/Voip