ICES mælir til at lækka makrelkvotuna

ICES tilmælini fyri norðhavssild, svartkjaft og makrel eru komin.

Havsto an skrivar á heimasíðuni, at endaligu tilmælini vóru latin síðst í september, eftir at ICES hevði lagt seinastu hond tilfarið frá WGWIDE arbeiðsbólkinum, sum varð hildin fyrr í heyst. Forsagnir um stovnarnar verða eisini kunngjørdar.

ICES mælir til, at makrelkvotan fer úr 639 000 tonsum niður í 542 000 tons, sildakvotan fer úr 833 000 tonsum niður í 613 000 tons, og svartkjaftakvotan fer úr 391 000 tonsum upp í 643 000 tons. Tilmælini fyri bæði sild og makrel eru minni enn seinnu árini, meðan tað sær ljósari út fyri svartkjaftin, við munandi størri kvotu komandi ár.

Niðurgongdin fyri sild var væntandi, hóast at sildin hevur darvað fiskiskapinum eftir makreli í okkara sjógvi seinastu árini. Grundin er tann, at tilgongdin til stovnin hevur verið vánalig síðani 2005. Mett verður, at gýtingarstovnurin fer at minka komandi árini, sjálvt um tilmælini verða fylgd.

Uppgongdin fyri svartkjaft kemst av at fiskiskapurin hevur verið lítil seinastu árini, samstundis sum at tilgongdin av smáum svartkjafti er vaksandi. Hetta hevur ført til, at stóra niðurgongdin í stovninum síðani 2004 er støðgað og stovnurin er í menning. Við støði í kanningunum í fjør og ár, metir ICES, at árgangirnir frá 2009 til 2011 eru væl oman fyri miðal. Tí fer gýtingarstovnurin væntandi at vaksa komandi árini.

Niðurgongdin fyri makrel tykist kanska løgin, tá sagt verður, at havið “kókar” av makreli, men grundin er tann, at fiskiskapurin hevur verið munandi størri enn tilmælini frá ICES seinastu árini. Tó skal sigast, at stovnsmetingin av makreli er serliga óviss í ár, grundað á, at tvey ár eru gingin síðani gýtingarstovnurin seinast var mettur. Stovnsmetingarnar verða grundaðar á eggteljingar, hesar verða einans gjørdar triðjahvørt ár og vórðu seinast gjørdar í 2010. Eingin nýggj vitan um støddina av gýtingarstovninum ella av tilgongd til stovnin, er komin síðani tá. Sostatt er tað bert fiskiskapurin hesi bæði árini, ið ICES kann brúka til at meta um gongdina í stovninum. Tá so fiskiskapurin hevur verið munandi hægri enn tilmælini, verður úrslitið at stovnurin minkar og tilmæli verður lægri.