Icelandair keypir part av Easyjet

Bretska sonevnda lágprísflogfelagið, Easyjet, er nú lutvíst á íslendskum hondum

Tað er greitt, eftir at Icelandair hevur keypt 8,4 prosent av partabrøvunum í Easyjet, sum er næststørsta lágprísflogfelagið í Europa eftir Ryanair.
The Times, sum hevur høvuðsstøð í London, skrivar, at íslendska fyritøkan helst man hava goldið umleið 50 mió. bretsk pund fyri partabrøvini. Tað svarar til umleið 600 mió. kr.
Hannes Smárason, nevndarformaður í Icelandair, er ikki avvísandi mótvegis tankanum um, at íslendska fyritøkan seinni vil ogna sær enn ein bita av Easyjet.
-Vit hava stórt álit á, at handilshátturin hjá Easyjet er rættur, og framtíðarútlitini hjá fyritøkuni eru bjørt, sigur Hannes Smárason.
Seinastu tíðina er Icelandair sett í samband við stórar vakstrarætlanir uttan fyri landoddarnar. Eitt nú skal felagið hava áhuga fyri ungarnska flogfelagnum Malev, ið skal einskiljast. Eisini er nevnt, at Icelandair hevur hug á partabrøvum í føroyska Atlantsflogi.