Icelandair keypir

Íslendska flogfelagið Icelandair hevur keypt átta prosent av partabrøvunum í enska flogfelagnum easyJet, ið er eitt av teimum sokallaðu lágprísfeløgunum.

Nevndarformaðurin í Icelandair, Hannes Smárason, sigur, at íslendska felagið er væl fyri fíggjarliga, og at felagið hyggur seg um við tí fyri eygað at keypa seg inn í onnur flogfeløg. Herfyri kom fram, at felagið er til reiðar at keypa seg inn í Atlantsflog, tá føroyski virðisbrævamarknaðurin fer at virka.

Flogfelagið Go, sum easyJet keypti fyri tveimum árum síðani, fleyg ímillum London og Reykjavík, men rutan varð niðurløgd seinni. Icelandair flýgur ímillum Reykjavík og Londion, og nú felagið hevur keypt seg upp í easyJet, er tað ikki óhugsandi, at felagið fer at stovna eina lágprísrutu ímillum teir báðar høvuðsstaðirnar, skrivar Aftenposten.

Icelandair vil ikki upplýsa, hvat felagið hevur goldið fyri átta prosent av partabrøvunum í easyJet, men hildið verður, at prísurin hevur verið ímillum 400 og 500 milliónir krónur.