Argentinski løgfrøðingurin Luis Moreno Ocampo er tilnevndur høvuðsákæri við tann nýskipaða revsidómstólin í Haag. Hann varð tilnevndur aftan á drúgvar tingingar um onnur uppskot. Millum teirra, sum eisini vóru í uppskoti, var høvuðsákæran við tann serliga Jugoslavia-dómstólin, Carla del Ponte.
Luis Moreno Ocampo hevði ein virknan lut í arbeiðinum, tá leiðararnir í fyrrverandi argentinska hernaðarstýrinum komu fyri rættin har í áttatiárunum. Hann hevur egið sakføraravirki í Buenos Aires, men er eisini knýttur at lærda Harvard-háskúlanum í USA.
Tann 11. mars vórðu teir 18 dómararnir við altjóða revsirættin tiknir í eið, og formaður er kanadiski dómarin Phillipe Kirsch. Higartil hava 89 lond staðfest sáttmálan um altjóða revsirættin. Men fleiri lond vilja ikki viðurkenna hann, teirra millum USA, Russland og Kina.