Dánjal Ragnarsson og liðfelagarnir í ÍBV ferðaðust í dag úr Heimey til Hafnarfjarðar fyri at spæla dyst móti FH í bestu íslendsku hondbóltsdeildini.
FH vann ein sannførandi 35-27 sigur. Í steðginum var støðan tó javnleikur 14-14.
Fyrstu fýra minuttirnar av seinna hálvleiki skoraði FH fimm mál uttan, at ÍBV svaraði aftur og so var støðan 19-14 til heimaliðið.
Tað nærmasta ÍBV kom var við støðuni 20-17 til FH. Eftir tað dróg heimaliðið frá ÍBV aftur.
Verandi meistararnir, ÍBV hava fingið eina haltandi byrjan upp á kappingina. Teir hava tapt tríggjar av teimum fyrstu átta dystunum, og hava níggju stig fyri átta dystir.
11. november tekur ÍBV móti Selfossi á heimavølli.
Støðan:
Nr. | Lið: | Dystir | V | J | T | Málmunur | Stig |
1 | Valur | 8 | 7 | 0 | 1 | 261:212 | 14 |
2 | FH | 8 | 6 | 1 | 1 | 248:209 | 13 |
3 | Afturelding | 8 | 5 | 1 | 2 | 244:210 | 11 |
4 | Haukar | 8 | 5 | 0 | 3 | 242:203 | 10 |
5 | ÍBV | 8 | 4 | 1 | 3 | 246:242 | 9 |
6 | Fram | 8 | 4 | 1 | 3 | 243:243 | 9 |
7 | KA | 8 | 3 | 2 | 3 | 219:230 | 8 |
8 | Víkingur | 8 | 3 | 0 | 5 | 198:226 | 6 |
9 | Grótta | 8 | 3 | 0 | 5 | 221:237 | 6 |
10 | Stjarnan | 8 | 2 | 1 | 5 | 216:239 | 5 |
11 | HK | 8 | 1 | 1 | 6 | 205:242 | 3 |
12 | Selfoss | 8 | 1 | 0 | 7 | 185:235 | 2 |