Bæði føroyingaliðini í bestu íslendsku hondbóltsdeildini hjá monnum vóru í leiki í dag.
Janus Dam Djurhuus og liðfelagarnir í ÍBV vunnu á heimavølli 32-26 á Afturelding. Í steðginum var ÍBV á odda 16-12.
Janus skoraði eitt mál fyri ÍBV í dag.
Nicholas Satchwell, Allan Norðberg og liðfelagarnir í KA taptu á heimavølli 29-35 fyri Selfossi, ið var á odda 18-16 í steðginum.
Allan skoraði tvey mál, og Nicholas var noteraður fyri fýra bjargingar í málinum hjá KA í dag.
KA hevur nú fimm stig upp til áttanda plássið, ið gevur rætt til at kappast í endaspælinum.
Støðan:
Lið: | Dystir | Málmunur | Stig |
Valur | 17 | 593:500 | 31 |
FH | 16 | 494:485 | 21 |
ÍBV | 15 | 492:451 | 20 |
Afturelding | 17 | 503:482 | 19 |
Selfoss | 17 | 517:515 | 19 |
Stjarnan | 16 | 469:458 | 17 |
Fram | 16 | 474:470 | 17 |
Haukar | 16 | 479:463 | 16 |
Grótta | 16 | 446:456 | 13 |
KA | 17 | 496:530 | 11 |
ÍR | 16 | 456:526 | 8 |
Hörður | 15 | 444:527 | 2 |