- Gongur alt eftir ætlan, kunnu tey fyrstu flyta inn í íbúðirnar á summri 2015.
Tað sigur Andras Róin, stjóri í bústaðarfelagnum Bústaðir, sum saman við Klaksvíkar Kommunu fer undir at byggja ein bygning við 30 leiguíbúðum á Biskupstorgi í Klaksvík.
- Hetta verður eitt fleksibult byggjarí, og tískil kunnu ung, yngri familjur, eldri fólk og onnur búgva í íbúðunum, sigur Andras Róin.
Bygningurin við teimum 30 íbúðunum er í fýra hæddum. Í niðastu hæddini verða handlar, kaffuhús og tílíkt, meðan hinar tríggjar hæddirnar koma at vera íbúðir við tveimum, trimum og fýra rúmum.
Hoyr Andras Róin greiða nærri frá byggiverkætlanini á Biskupstorgi við at trýsta á pílin undir myndini.