Íbúðarbygging partur av nýggjum býlingi

Freistin at bjóða upp á íbúðarbygging í Leirvík er fríggjadagin um eina viku.

Í oktober varð eitt grundøki í Leirvík alment sett til sølu til íbúðarbygging. Talan er um matr. 339a í Fløtugerði, sum er umleið 1215 fermetrar til støddar.

 

Seinasta freist at lata inn skrivlig boð er fríggjadagin 16. desember klokkan 12.

 

- Tað er upp til tey bjóðandi at koma við uppskoti, hvussu byggingin verður skipað, og hvat slag av íbúðum verða bygdar. Hetta kunnu verða eigaraíbúðir, leiguíbúðir ella lutaíbúðir, siga tey í Eysturkommunu í dag.

 

Eysturkommuna setir sum treyt, at hóskandi tal av íbúðum verður í verkætlanini. Byggingin skal verða fjølbroytt við ymiskum íbúðarstøddum, har atlit verður tikið til útsýni.

 

- Dentur verður lagdur á, at byggingin tekur seg væl út, er dygdargóð og fellur væl inn í landslagið, siga tey í Eysturkommunu í dag, sum eisini er partur av.

 

Sølutilfar um ætlaðu byggingina fæst við at venda sær til SÓKN Advokatar og øll, sum vísa útboðnum áhuga við at skráseta seg hjá SÓKN Advokatum, fáa skrivliga kunning um settar fyrispurningar og svar.

 

- Kunningin er navnleys, leggja tey í Eysturkommunu aftrat í dag.