Paris St-Germain áleyparin, Zlatan Ibrahimovic, verður ikki við í dystinum í kvøld móti Barcelona í Champions League.
Svenski liðskiparin, 32 ára gamli Ibrahimovic, hevur heldur ikki verið við í tveimum teimum seinastu dystunum í Ligue 1 við skaða i hælinum.
Fleiri royndir eru gjørdar við vinstra hæli hjá Zlatan Ibrahimovic, og tær eru allar negativar, boðar PSG frá.
Paris St-Germain leikti fyrsta dystin í Champions League javnan móti Ajax, meðan Barcelona vann 1-0 móti Apoel Nicosia.
Franska liðið er ósigrað í øllum kappingum higartil hetta kappingarárið, men seks av dystunum eru endaðir javnt.
Hinvegin hevur Barcelona verið í besta formi og føra sponsku kappingina.