Ibrahimovic hattrick

Hóast Zlatan Ibrahimovic ikki kom inn á vøllin fyrr enn mitt í fyrra hálvleiki, gjørdist hann høvuðspersónurin, tá Svøríki vann stórsigur á Finnlandi í kvøld. Dysturin millum grannalondini var í Stockholm, og heimaliðið vann heili 5-0.

Tá Zlatan Ibrahimovic kom inn fyri Ola Toivonen, sum fekk skaða, vóru sviar frammanfyri 1-0 við máli hjá Kim Källström. Men upp á minni enn ein hálvan tíma fekk tann svenska Milan-stjørnan trý mál, áðrenn Emir Bajrami sló sigurin rimmarfastan.

Í bólki E er Svøríki trý stig aftan fyri Niðurlond og hevur góðan møguleika at fáa minst 2. pláss.