"Sannleikin finst í IBM. Vit eru vegurin, og vit vilja umvenda allar føroyingar."
Álvari liggur undir hvørjum orði, tá ið teir báðir Óli á Deild Olsen og Jónsvein Joensen, ávikavist stjóri og menningarleiðari á Kervi, skemtiliga seta orð á sína fyritøku.
Smápartafelagið Kervi er einasta IBM Advanced Business Partner í Føroyum og leggur seg eftir at umboða alt tað, sum teldurisin stendur fyri. IBM, International Business Machines, stavar úr Amerika, hevur 80 ár á baki og er heimsins størsta KT-fyritøka. Meira enn 350.000 starvsfólk starvast tilsamans fyri "the Big Blue".
Kervi er eitt sjálvstøðugt virki, men øll IBM-umboð eru sokallaðir Busines-partnarar. Hetta alheims netverkið, ella kervið um tú vilt, hevur sum orðaðan málsetning at hjálpa og stuðla hvørjum øðrum. Allar skipanir, sum Kervi mennir til sínar kundar, skulu eitt nú góðkennast av IBM, og tað er eitt góðskustempul í sjálvum sær.
? Velur tú Kervi, so velur tú eisini IBM. Okkara kundi fær alt netverkið, sum vit dúva uppá, og harvið fær hann eisini vitanina hjá heimsins størstu KT-fyritøku, sigur Óli á Deild Olsen, stjóri.
Ráðgeva og loysa
Kervi hevur góð trý ár á baki. Óli Olsen og Jónsvein Joensen kendust og høvdu starvast saman áður. Jónsvein hevur arbeitt hjá IBM í Danmark og teir báðir sannførdu "bláu" undraðust á, at heimsins størsta KT-fyritøka einki umboð hevði í Føroyum. Fyritøkan byrjaði í desember 2001 við sjey fólkum, og nú starvast 11 fólk hjá Kervi í nýggjum húsum við Íslandsvegin í Havn.
Kervi leggur dent á trý høvuðsøki: Tólbúnað, ritbúnað og ráðgeving.
Søguliga hevur IBM lagt seg eftir at røkka stórum og miðalstórum fyritøkum. Nú hevur fyritøkan nýtt fokus. Farið verður til smáar fyritøkur við lagaligum tilboðum, sum bert tær stóru fingu áður. Skipanir verða lagaðar til ítøkiliga tørvin hjá virkinum ella kundanum.
? Vit selja ikki pakkaloysnir. Okkara loysnir byggja á ráðgeving, og vit lata altíð endaligar loysnir til kundan. Vit taka støði í kundanum og laga skipanirnar til hansara tørv. Vit selja sostatt ikki bara edv. Vit selja ráðgeving, og vit selja skipanir. Tí eru okkara loysnir varandi. Velur tú IBM, so velur tú eitt lívlangt hjúnarlag og ikki eitt eingangsfyribrigdi.
Kervi hevur egna menningarstovu, har forrit verða ment og tillagað kundunum. Ein høvuðstáttur er eisini netumsiting, har virki leiga ein teldurøkil til at taka sær av vanligum rakstartænastum.
Hundraðtals milliónir
Kervi hevur sett sær stór mál: Føroyar skulu gerast til eitt betri og smidligari samfelag við kunningartøkni. Tí leggur Kervi stóran dent á at sleppa inn á almenna marknaðin. IBM hevur góðan førleika á hesum øki, og tørvurin er stórur hjá tí almenna.
Hundraðtals milliónir krónur kunnu frígevast til betri endamál við at seta skipanir í verk í tí almenna, so borgarar sjálvir kunnu avgreiða mál. Ein óneyðuga stór orka verður brúkt til at gera vanauppgávur, sum borgarin sjálvur kundi avgreitt.
? Tìbetur er ein hugburðsbroyting við at koma, tí tað almenna dugir at síggja tørvin og kennir eftirspurning eftir e-business, sum er sjálvsavgreiðsla og annað. Um borgarin kann avgreiða mál sjálvur, frígevur tað orku hjá tí almenna til nýhugsan. Borgarin fær betri tænastu fyri pengarnar, og tað almenna brúkar orkuna og heilakapasitetin skynsamari, siga Óli og Jónsvein.
Stovnað: 2001
Stjóri: Óli á Deild Olsen
Starvsfólk: 11
Virksemi: Tólbúnaður, ritbúnaður, netumsiting, menning og ráðgeving.