Íblásturin hjá Jákupi skal vísa seg

Felags fyri NSÍ og EB/Streym er, at trýstið er stórt undan oyggjauppgerðini

Klokkan 17 verður fyrsta bríksl við Løkina í Runavík, har NSÍ fær vitjan av EB/Streymi.

 

Soltna úrtøkan síðani summarsteðgin – tvey stig í fýra dystum – hevur borið við sær, at NSÍ er um at missa takið í kappingini um europeisk atgongumerki.

 

EB/Streymur og NSÍ hava dystast tvær ferðir fyrr í ár. Í triðja umfari vann NSÍ 3-0 á heimavølli, og í 13. umfari vann EB/Streymur 2-1 í Hólmanum.

 

Hjá EB/Streymi kemur tað væl við, at liðformaðurin og verjuálitið Andras Ó. Olsen er tøkur aftur.

 

Síðani hóskvøldið hevur Jákup á Borg verið í Hólmanum á Eiði. Endamálið hjá Jákupi Martin Joensen venjara og hinum í EB/Streymi við at hava Jákup á Borg har norðuri er, at hann skal vera íblásari og skunda undir stríðsviljan. Um tað fer at eydnast ella í hvønn mun tað fer at eydnast fæst at síggja seint seinnapartin.

 

Hjá NSÍ eru Búi Egilsson og Pætur Turiðarson Skipanes skaddir. Tórður Thomsen varð í vikuni lagdur undir skurð. Tað er knæskaði, sum er orsøk til, at Tórður ikki hevur verið førur fyri at spæla, síðani hann í landsdystinum ímóti Liktinstein noyddist skaddur av vøllinum. Tað var sjeynda juni.

 

NSÍ hevur 29 stig, og EB/Streymur hevur 15 stig. Tað eru trý stig frá EB/Streymmi og niður til ÍF, sum er á niðurflytingarplássi, og tað eru fýra stig frá NSÍ og fram til HB, sum er á fjórða plássi, og sum hevur spælt tríggjar dystir færri enn NSÍ.