Róaldur Jakobsen skoraði føroyska málið, tá Føroyar í kvøld taptu 2-1 fyri Ungarn í Budapest. Málið aftaná tíggju minuttir, tá Jóan Símun Edmundsson spældi B36 miðvallaran stutt uttanfyri brotsteigin.
Hoyr samrøðuna við Róald Jakobsen við at trýsta á pílin undri myndini
Róligi B36 arin sneiddi sær framvið verjuspælarunum og sendi málverjan á skeiva bein, áðrenn hann trillaði bóltin í málið til 1-0. Tað minti um eitt nú kenda hollendska framherjan, Dennis Bergkamp. Róaldur hevur tó fingið íblástur frá einum øðrum spælara. Talan er um danska landsliðsspælaran, Christian Eriksen. Hetta meðan hann rakaði sær.
- Eg hugdi eitt sindur eftir Christiani Eriksen, meðan eg rakaði mær í dag. Hann plagar at gera slíkar vendingar, so kanska kemur íblástur harfrá, sigur Róaldur Jakobsen, sum bleiv útskiftur tíðliga í seinna hálvleiki, tá orkan gekk undan.
B36 hevur verið FM vinnari í skjótt fýra vikur, og tað merkist á forminum, sigur Róaldur Jakobsen.
- Eg havi roynt at verið seriøsur, samstundis sum vit hava havt tað stuttligt í B36. Vit hava roynt at koyrt á í B36, men vit koma ikki ordiliga upp í gear til venjing, sigur Róladur.
Longu leygardagin visti hann, at hetta kundi blíva ein drúgvur umgangur móti Ungarn.
- Eg merkti tað í dystinum móti ÍF í hálvleikinum. Tá hugsaði eg, at um eg blívi troyttur móti ÍF, so verið eg nakað troyttur móti Ungarn, sigur Róaldur Jakobsen við einum brosi.
Eftir dystin tosaði Rás2 eisini við Adam Bogdan, sum er eyka málverji hjá bæði Ungarn og Liverpool. Hann segði seg hava lagt serligt merki til Jóan Símun Edmundsson og Róald Jakobsen, sum hann metti fáa eitt flott mál.