Listakvinnurnar báðar Lene Kloch og Heidi Dalum sýna fram glasmyndir og málningar í Perluni. Íblásturin kemur frá Fugloynni og Føroyum yvirhøvur.
Lene Kloch hevur starvast sum lærari í Klaksvík og eru gift við føroyingi, sum er ættaður úr Fugloynni. Lene hevur tí vitjað Fugloynna nógv tey seinastu 30 árini, og íblásturin til glasmyndir hennara stavar eisini haðani frá.
Lene Kloch situr mangan úti í náttúruni og teknar áðrenn hon fer í holt við sjálvar glasmyndirnar.
Heidi Dalum fær somuleiðis íblástur frá náttúruni til illustratiónir sínar. Aftaná at hava givið frálæru í skitsu og akvarell tekningum á Fugloynni, gjørdist hon hugtikin av føroysku náttúruni. Málningar hennara eru óftani óvanligar ella paradoksalir. Á hesari framsýningini hevur hon tulka eldri akfør á Fugloynni sum estetiskir skulpturar í føroysku náttúruni.
Framsýninin er at síggja í Perluni frá mánadegnum til og við leygardagin.