Iberiska uppgerðin

Einki er at ivast í, at spenningurin verður stórur, tá grannarnir, Spania og Portugal, fara at dystast

Bólkur A

Fyri spenningin og áhugan hjá heimaáskoðarunum, so kundi lutakastið nærum ikki lagað seg betri, tá tað stóð greitt, at Portugal og Spania verða í bólki saman.
Portugal hevur í mangar mátar staðið nakað í skugganum av Spania á fótbóltskortinum, men hinvegin hava tey hjá vertstjóðini soleiðis av og sett kílar í.
Ikki minst tá Benfica við Eusebio á liðnum steðgaði Real Madrid maskinuni, sum annars hevði vunni fimm tær fyrstu Europa-Cup kappingarnar fyri meistaralið, eins og Porto fyri bara fáum vikum síðani vann Champions League kappingina. Millum annað við at senda Deportivo út í hálvfinaluni.
Á landsliðsplani hevur tað tó verið heldur soltnari hjá liðunum báðum. Hóast serliga Spania mangan hevur verið roknað millum favorittarnar, so hava teir aloftast kiksað í avgerandi løtunum. Leikaratilfarið er í øllum førum framúr, og einki er at ivast í, at er lagið hitt rætta, so kunnu leikarar sum Vicente, Joaquin og Xavi vera ein sonn fragd fyri eygað, og ikki minst, so tykist Spania nú at hava eitt álop í veruligum heimsflokki. Ikki minst fegnast spaniólarnir um, at Fernando Morientes í evstu løtu varð tikin aftur í hópin, har hann skal taka dystin upp við supertalentið, Fernando Torres, um plássð, sum makkari hjá Raul, sum má roknast sum sjálvskrivaður í hópinum.

Gylta ættarliðið
Við leikarum sum Rui Costa, Deco, Luis Figo og Christiano Ronaldo er heldur einki at ivast í, at Portugal hevur leikaratilfarið til tað heilt stóra.
Her hevur trupulleikin tó eins og hjá grannunum verið, at liðið mest sum hvørja ferð hevur kiksað, tá vónirnar hava verið størstar, men í summar kann tó sigast, at støðan er heilt serligt. Liðið hevur fyrimunin av heimavølli, og tann fyrimunurin kann hava ikki so lítið at siga, og so er hetta helst eisini seinasti møguleikin hjá einum gyltum ættarliðið av leikarum at gera seg galdandi. Figo, Costa, Couto og aðrir hava allir verið við til at vinna HM fyri U-lið, og flestu teirra hava eisini vunnið stórar sigrar við feløgum sínum. Enn væntar tó eitt av stóru steypunum fyri landslið.
Kanska kann venjarin, Luiz Felipe Scolari, verða maðurin, sum megnar at flyta liðið seinasta strekkið. Í øllum førum gekst tað honum væl, tá hann fyri tveimum árum síðani stóð á odda fyri brasilsku heimsmeistarunum.

Outsidararnir
Seinastu tvey liðini í bólki A eru Grikkaland og Russland, og nógv bendir á, at tey mugu taka til takkar við teimum báðum niðastu plássunum.
Bæði liðini eru tó væl og virðiliga før fyri at gera um seg, so ein sensatión kann tað neyvan kallast, um antin Spania ella Portugal mugu siga farvæl eftir innleiðandi dystirnar.
Grikkaland hevur longu sýnt hetta í verki, tá teir endaðu framman fyri Spania í undankappingini, og tó at Russland er nógv minkað seinasta góða tíggjuáraskeiðið, so kann liðið á einum góðum degi kvæla mest sum alla mótstøðu í ørandi tempo-fótbólti.