Ian Smith deyður

Fyrrverandi og fyrsti forsætisráðharrin í Zimbabwe, Ian Smith, er deyður 88 ára gamal

Ian Smith var føddur í Rhodesia, sum Zimbabwe tá æt, og hann var leiðari hjá tí hvíta minnilutanum har, tá Bretland í seksti­árunum slepti sínum hjá­londum í Afrika og aðra­staðni.

Bretland var eisini sinnað at lata Rhodesia fáa sjálv­stýri, men við teirri treyt, at landið bleiv skipað eftir demo­kratiskum reglum. Tað hevði borið við sær, at tann svarti meirilutin hevði fingið valdið, og tað vildu Ian Smith og tey hvítu undir ongum umstøðum góðtaka. Úrslitið varð, at í 1965 kunn­gjørdi Ian Smith, at Rhodesia var leyst frá Bretlandi.

Í 14 ár stýrdu Ian Smith og stjórn hansara Rhodesia. Øll árini lá stjórnin í støð­ugum bardaga við upp­reistr­arfelagsskapir, og endin varð, at Rhodesia fekk meiri­­lutastýri í 1979 og broytti navn til Zimbabwe.

Ian Smith var limur í zim­babwiska tjóðar­ting­in­um til 1987. Seinni flutti hann til Suðurafrika, og tey seinnu árini kom hann ofta við hvøssum atfinningum móti Robert Mugabe, forseta.