Ian Luid framýning í Smiðjuni

Málningaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík. Mánadagin, týsdagin og mikudagin í hesu vikuni hevur Ian Luid framsýning í Smiðjuni.

Framsýningin læt upp mánadagin 3. mai kl. 14.00.

Á framsýningini eru 35 akrylmálningar. Hetta eru alt málningar, sum Ian hevur málað seinastu mánaðirnar. Tað sum í stóran mun gevur íblástur til málningarnar er tað sermerkta føroyska ljósið.

Framsýning er opin mánadagin - mikudag frá kl. 14 - 20.

Myndatekstur:

Ian Luid sýnir fram 35 akrylmálningar í Smiðjuni í Lítluvík

Mynd: Magnus Gunnarsson