Vit eru stødd á tí kenda kostskúlanum Eaton í Onglandi í 1925.
Ein 17 ára gamal drongur hevur møguleika at gerast tann besti á skúlanum annað árið á rað. Vinnur hann, er tað fyrstu ferð, at tað hendir, síðani skúlin fór at virka í 1440. Men tann 17 ára gamli hevur ein trupulleika. Hann hevur brotið reglur skúlans og skal revsast fyri tað, og hansara trupulleiki er, at tann revsingin skal fara fram júst undir teirri avgerandi kapprenningini. Men drongurin royndi ikki at sleppa undan revsingini. Tvørturímóti bað hann um at fáa revsingina framskundaða eitt korter, so hann eisini kundi renna kapp. Hann fekk sína revsing og vann kapprenningina.
Drongurin æt Fleming, Ian Fleming. Nú, 75 ár seinni, kenna vit hann sum mannin, ið skapti heimsins størstu filmshetju.
Tað eru 50 ár, síðani James Bond fyrstu ferð trein inn í njósnaraheimin í spenningsfilminum "Casino Royale", og 40 ár eru liðin, síðani hann fyrstu ferð bjargaði mannaættini í filminum "Dr. No". Síðani hevur Agent 007 við sínum drápsloyvi fleiri ferðir forðað fyri, at heimurin gekk til grundar av kjarnorkubumbum, vandamiklum geiðslingum og mannaskaptum náttúruvanlukkum.
Seinastu 40 árini hava fólk goldið einar 65 milliardir krónur fyri at sæð filmarnar um James Bond, og mett verður, at umleið tvær milliardir fólk hava sæð teir. Bara í USA rindaðu fólk umleið eina milliard krónur eftir fýra vikum fyri at sleppa at síggja tann seinasta filmin "Die Another Day".
Agent 007 tykist vera líka viðkomandi í 21. øld, sum hann var undir Kalda krígnum, og tað hevur eydnast honum at fylgja við tíðini, uttan at hann er vorðin eldri.
Ian Fleming skrivaði ikki bert søgurnar um James Bond. Hann er James Bond, bæði í veruleikanum og tí ímyndaða heiminum, sum hann skapti við sínum egnu dreymum og royndum sum grundarlagi. Hann hevur heldur ongantíð dult fyri, at samband er millum lagnuna hjá sínum høvuðspersóni og lagnuna hjá sær sjálvum, hóast ávís frávik eru, treyðugt so.
Søgan um tilburðin í Eaton sigur frá einum ungum manni, sum ikki fýrdi fyri at taka við sínari revsing, og sum kortini náddi á mál, og sum eftir øllum at døma treivst væl, sjálvt um hann ikki altíð lagaði seg eftir teimum ásettu reglunum. Nakað tað sama kunnu vit siga um James Bond.
Avmyndaði seg sjálvan
Ian Fleming var skoti. Eins og faðirin, sum doyði undir fyrra heimsbardaga, varð Ian sendur á Eaton-kostskúlan og síðani á hernaðarskúlan Sandhurst, men drongurin vísti seg ikki at vera sum faðirin og varð koyrdur úr báðum skúlunum. Ístaðin endaði hann á kendu tíðindastovuni Reuters, har hann slapp at arbeiða á deildini í Moskva. Eftir at hava verið aftur í Onglandi eina tíð varð hann sendur aftur til Moskva í 1939, hesaferð sum tíðindamaður hjá blaðnum The Times. Seinni hava frásagnir avdúkað, at hann hesaferð og fyrru ferð lutvíst arbeiddi sum bretskur njósnari í russiska høvuðsstaðnum.
Tá seinni heimsbardagi brast á, varð Ian Fleming settur í starv á fregnartænastudeildini hjá bretska herflotanum. Hann vísti seg at vera sera væl egnaður til hetta arbeiði og gjørdist skjótt ein av teimum bestu njósnarunum hjá bretum. Hann var arbeiðssamur og djarvur og dugdi harafturat væl at ferðast millum tað betra slagið, og ikki minst hevði hann kvinnutekki. Segði nakað James Bond?
Tá seinni heimsbardagi endaði, bleiv Ian Fleming stjóri á uttanlandsdeildini hjá blaðnum Sunday Times, men stutt eftir valdi hann at búseta seg á Jamaica. Har hevði hann verið, stutt áðrenn heimsbardagin endaði, og longu tá hevði hann sett sær fyri at flyta hagar. Hann keypti sær nú grundstykki og bygdi sær eini hús, sum hann nevndi "Goldeneye".
Næstu seks árini búði hann tveir mánaðir á Jamaica og tíggju mánaðir í Bretlandi um árið, men tá hann giftist, valdi hann at verða verandi á Jamaica. Her var tað, at hann skapti James Bond úr sínum egna bílæti. Persónurin skuldi vera njósnari, gentlemaður, hann skuldi hava kvinnutekki og skuldi njóta lívið. Hansara egnu royndir gjørdu hann føran fyri at lýsa tær mest óhugsandi umstøðurnar á ein slíkan hátt, at fólk trúgva tí, sum tey lesa ella síggja. Sum gamal njósnari kendi hann hvønn smálut í hesum arbeiði.
Sjálvur slapp Ian Fleming bert at síggja, hvussu góða móttøku teir fyrstu filmarnir um hetju hansara fingu. Náttina millum tann 11. og tann 12. august í 1964 - ein mánað áðrenn filmurin "Goldfinger" varð frumsýndur - doyði høvundurin bert 56 ára gamal. Hann hevði havt hjartatrupulleikar, og hóast hann fullvæl visti, at hetta komst av hansara lívsførslu, var hann ikki tann, sum kærdi seg um tað, sum farið var. Tvørturímóti var hann sami sum tann dagin í Eaton.
- Eg fari ikki at spilla mínar dagar burtur í einari roynd at fáa nakrar afturat, segði hann.
Tann tólvta og seinasta skaldsøgan hjá Ian Fleming, "Maðurin við teirri gyltu skammbyrsuni", kom út í 1965 nakrar mánaðir eftir deyða hansara, og tær báðar stuttsøgurnar "Octopussy" og "The Living Daylight" komu út árið eftir. Allar tríggjar eru síðani gjørdar til film.
Bond er Bond
Tann seinasti filmurin, "Die Another Day", er alment tann 20. í røðini um James Bond. Orðið "alment" hevur samband við, at ymsir filmsframleiðarar hava havt rættindini til at gera bøkurnar hjá Ian Fleming til film. Eftir at tann sera væl umtókta "Goldfinger" í 1964, komu fleiri eftirgerðir á marknaðin, og tí verður eitt nú filmsútgávan av teirri fyrstu bókini, "Casino Royale", ikki roknað millum teir almennu Bond-filmarnar. Hesin filmurin kom í 1967, og var tað David Niven, sum hevði leiklutin sum James Bond, men burtursæð frá heitinum hevur filmurin einki við innihaldið í bókini hjá Ian Fleming at gera.
"Never Say Never Again", sum kom í 1983, er heldur ikki ein av teimum almennu Bond-filmunum. Filmurin varð gjørdur sum kapping ímóti tí almenna "Octopussy", og tað sjáldsama við honum var, at her hevði tann gamla Bond-hetjan Sean Connery høvuðsleiklutin. Filmurin var ein eftirgerð av "Thunderball" frá 1965, og tað var neyvan av tilvild, at seinastu orðini hjá Sean Connery í filminum vóru "Never again".
Í áttatiárunum gjørdist teimum, sum stóðu aftan fyri Bond-filmarnar, greitt, at okkurt mátti gerast, tí kappingin frá øðrum filmum var vorðin so hørð, at sjálvt James Bond stóð fyri falli, varð ikki okkurt gjørt. Men sum so ofta funnu fólk í filmsheiminum upp á hyggjuráðini. Í 1989 kom filmurin "Goldeneye" við undirheitinum "The secret life of Ian Fleming - the real James Bond". Árið eftir kom "Spymaker", sum hevði sama undirheitið, og tað gjørdi ikki filmin minni áhugaverdan, at sonur sjálvan Sean Connery, Jason Connery, hevði leiklutin sum Ian Fleming.
Meðan hesir báðir filmarnir um Ian Fleming vórðu gjørdir, arbeiddu fólkini aftan fyri filmarnar við at nútímansgera tann veruliga James Bond. Tann nýggi filmsheimurin setti onnur krøv so sum meiri ferð, fleiri og harðari spreingingar og ikki minst kvinnur. Ella sum onkur segði tað: Meiri Schwarzenegger og minni Sherlock Holmes. Samstundis fekk James Bond menniskjaligar kenslur og ein nýggjan samleika. Tann fyrsti filmurin við teirri nýggju útgávuni av hetjuni var "GoldenEye", sum eisini vísti seg at gerast tann best umtókti av øllum Bond-filmunum.
Men Bond er framvegis Bond, og ein Bond-filmur er framvegis ein samanrenning av tí gamla og nútímans tøkni ella júst tað, sum hyggjararnir vænta sær av einum tílíkum filmi. Ella sum núverandi høvuðsleikarin, Pierse Brosnan, sigur tað:
- Heimurin elskar James Bond orsakað av kvinnunum, maskinunum, sex, romantikkinum, tí ímyndaða og teirri fullkomnu hetjuni."