Ian á besta Vejle liðnum

Talan var um svart vikuskifti hjá føroysku feløgunum í næstbestu donsku deildini. Horsens tapti fyri fyrstu ferð í hesum kappingarárinum, og Fremad Amager og Vejle tap bera við sær, at hesi bæði feløgini eru í stórum vanda fyri at flyta niður

DANMARK 1. DEILD

Tað skarst í vikuskiftinum illa hjá útisetunum í næstbestu donsku deildini. Vejle, Fremad Amager og Horsens fingu einki burturúr.
Hjá Horsens var talan um fyrsta tapið í hesum kappingarárinum. Johan B. Hansen og liðfelagarnir vóru í Randers. Krúnjydarnir tykjast ætla sær aftur í bestu deildina, har teir ikki hava verið nógvu tey seinastu árini. Frammanfyri 4040 áskoðarum vunnu teir 2?0 á Horsens. Kent Nielsen er venjari hjá Horsens, sum framvegis er átta stig frammanfyri Randers.
Andrew av Fløtum var einasti føroyingurin millum teir fyrstu ellivu á liðnum, tá ið Fremad Amager var í torførum útidysti í Silkeborg. Heimaliðið vann 2?1, men tað var um reppið, at Fremad Amager fekk stig. Teir javnaðu í 94. minutti, men minuttin eftir skoraði heimaliðið í síðsta álopinum yvirhøvur. Málið fingu teir eftir fríspark, sum Jann Ingi Petersen sambært Fremad Amager heimasíðuni var orsøk til.
Jann Ingi Petersen kom á vøllin í 65. minutti, og í 67. minutti loysti Hjalgrím Elttør Andrew av Fløtum av. Fyrra málið fekk Silkeborg, tá ið ein hálvur tími var farin.
Hjá Vejle stendur illa til. Hesa ferð áttu teir heimavøll ímóti Ølstykke, sum fór til hús við 3?1 sigri. Christian Høgni Jacobsen var orsaka av skaða ikki í Vejle hópinum. Tað var Ian Højgaard, sum í 70. minutti fyri fyrstu ferð kom inn á besta Vejle liðið. Hann spældi í álopinum.
Felags fyri Fremad Amager og Vejle er, at bæði liðini eru í stórum vanda fyri at flyta niður. Fremad Amager hevur sama stigatal sum Brøndhøj, ið er á niðurflytingarplássi, og Vejle hevur bara eitt stig meiri enn so.