Ian á besta liðnum

Christian Høgni Jacobsen hevur nú fingið ein annan fyrrverandi NSÍ spælara sum liðfelaga í Vejle

Eftir at talið á føroyskum fótbóltsspælarum uttanfyri landoddarnar hevur verið minkandi tvey tey seinastu árini, tykist tað sum um, at talið aftur er farið at økjast og tað av álvara.
Eitt dømi um nýggjan fótbólts útiseta er Ian Højgaard. Síðsta heyst flutti Ian Højgaard, sum hevði verið fastur fúsur á NSÍ miðvøllinum, aftur til Vejle, har hann hevði búð fleiri ár frammanundan og eisini roynt seg sum Vejle spælara.
Nú er Ian aftur farin at venja við Vejle, og um fyrstu venjingardystirnir verða nýttir sum grundarlag, so eru ábendingar um, at tað kann fara at eydnast hjá honum at vera við í kappingini um plássini á besta liðnum, sum spælir í næstbestu deildini.
Leygardagin spældi Vejle venjingardyst á heimavølli ímóti Skive. Ian var á Vejle miðvøllinum allar 90 minuttirnar. Úrslitið var 2?2, eftir at tað í steðginum hevði staðið á jøvnum 1?1.
Umframt Ian Højgaard so var ein annar føroyingur á Vejle liðnum. Talan var sjálvandi um Christian Høgna Jacobsen, sum í fjør vann sær fast pláss í Vejle álopinum. Christian Høgni var frá fyrsta bríksli í álopinum ímóti Skive. Fram ímóti dystarenda varð hann útskiftur. Tá hevði hann frammanundan lagt Vejle framum 2?1.
Nú er Christian Høgni við landsliðnum á venjingarlegu í Spania. Ian Højgaard er í Vejle, og næstu dagarnar fara hann og liðfelagarnir at spæla fleiri venjingardystir.