Tey, sum stilla upp fyri grønlendska flokkin IA til fólkatingsvalið, krevja, at danir og grønlendingar skulu endurskoða sjálvstýrisavtaluna. Valevnini vísa á, at sambært avtaluni verður blokkstuðulin ásettur eftir inflasjónini í Danmark, men eftir teirra tykki eigur hann at verða ásettur eftir inflasjónini í Grønlandi. Hon er størri enn tann danska, og IA sigur, at hesin munurin hevur gjørt, at grønlendingar hava mist einar 100 milliónir krónur tey bæði seinastu árini.
Kuupik Kleist, landsstýrisformaður, er eisini formaður í IA, og hann tekur undir við sjónarmiðinum hjá fólkatingsvalevnum floksins.
Men IA fær neyvan sín vilja. Hinir flokkarnir í Grønlandi taka ikki undir við at endurskoða sjálvstýrisavtaluna, og danskir politikarar, sum grønlendska kringvarpið hevur tosað við, siga, at tað er alt ov tíðliga at endurskoða avtaluna longu nú.