Men nú tá 43 av 72 valstøðum eru uppgjørd, og 26.743 atkvøður eru taldar, liggur IA á odda við 37,1 prosentum av atkvøðunum. Tað er ein framgongd upp á 10,3 prosentstig í mun til seinata val.
Siumut stendur hinvegin til at fáa 27,7 prosent, sum eisini er ein framgongd, men bara upp á 1,5 prosentstig.
Á seinasta vali atkvøddu stívliga 29.000 fólk.
Nógv bendir tí á eitt stjórnarskifti í Grølandi, og tað verður bara aðru ferð, síðani tey fingu heimastýrislógina í 1979, at Siumut ikki hevur stjórnarvaldið.