Vinstraflokkurin Inuit Ataqatigiit (IA) skipar landsstýri saman við flokkinum Naleraq í Grønlandi. Teir báðir flokkarnir hava meiriluta við 16 av 31 tingsessum í Landstinginum, Inatsisartut.
Tað merkir samstundis, at Atassut ikki hevur fingið pláss í landsstýrinum, men í staðin verður stuðulsflokkur.
Tað kundi í fyrstu syftu undrað, at Atassut samráddist um pláss í landsstýrinum. Tí meðan stóri vinnarin á valinum, IA, er mest vinstrasinnaði flokkurin, er Atassut tann mest konservativi.
Og í mun til grønlendskt sjálvstýri, er Atassut avgjørdur mótpólur til hin stjórnarflokkin, Naleraq, sum upp undir valið var íðin loysingarflokkur.
Grønlendska blaðið Sermitsiaq.AG skrivar, at júst hendan ósemjan var størsta orsøkin til, at Atassut ikki kom við í landsstýrið.
Men vanligar samgongur eru ikki altíð galdandi í Grønlandi, greðir Rasmus Leandar Nielsen, adjunktur við Grønalnds Univesitet, frá.
– Tað eru jú fleiri viðurskifti, tey kunnu semjast um, sigur hann.
Rasmus Leander Nielsen nevnir millum annað spurningin um námsætlanina við Kuannersuit – Kvanefjallið.
Atassut ynskir eina fólkaatkvøðu, eftir at nógvir grønlendingar hava víst sína ónøgd við ætlanina.
Námsætlanin er av summum – og serliga í undanfarna landsstýri – mett sum eitt møguligt búskaparligt ævintýr fyri Grønland. IA og Naleraq fokusera meira upp á skaðiligu árinini á veðurlagið og vilja hava ætlanina steðgaða.
Niðurleggingin av námsætlanini var eitt av teimu heilt stóru málunum hjá IA í valstríðnum.
Formaður í IA er Múte B. Egede. Hann verður landsstýrisformaður, sum er tað sama sum løgmaður í Føroyum. Hann skal síðani tilnevna landsstýrisfólk.
Landsstýrið og landsstýrisfólkini skulu síðani formliga góðkennast í Landstinginum í tingsetanini, sum byrar fríggjadagin 23. apríl.
/ritzau/