Andstøðan í Turkalandi er í øðini um eitt lán, sum stjórnin hevur fingið úr USA, tí andstøðan vil vera við, at stjórnin hevur sett landsins uttanríkispolitikk í veð fyri láninum.
Amerikanski fíggjarmálaráðharrin, John Snow, segði seinasta mánadag, at lánið til turkisku stjórnina verður útgoldið, um amerikanska uttanríkisráðið og verjumálaráðið Pentagon koma til ta niðurstøðu, at turkiski stuðulin til amerikanska politikkin í Irak er nóg stórur.
Tað er hetta, sum hevur fingið øði í turkisku andstøðuna. Emi Serin, sum fyri stuttum tók seg burtur úr stjórnarflokkinum hjá Tayyip Erdogan, forsætisráðharra, sigur við CNN, at stjórnin hevur selt landsins uttanríkispolitikk. Nær hava vit nakrantíð hoyrt, at hernaðarmyndugleikarnir í einum landi skulu góðkenna treytirnar fyri einum láni til annað land, spyr hann.