Fleiri fyritøkur í Danmark eru í øðini um, at teirra samskifti við íslendska Kaupting-bankan er almannakunngjørt, eftir at onkur hevur lagt viðskiftabókina hjá bankanum út á alnótina.
Sambært Børsen standa 61 danskar fyritøkur í viðskiftabókini, og teirra millum eru nakrar av landsins størstu so sum A.P. Møller-Mærsk, Carlsberg, Dong, TDC, Arla og Danfoss. Tær hava lænt tilsamans 45 milliardir krónur frá FIH Erhvervsbank, sum Kaupting eigur.
Niels B. Christensen, sum er stjóri í Danfoss, sigur við Børsen, at hann er skelkaður av, at viðskiftabókin er almannakunngjørd. Tað er heilt óvanligt og ólógligt, sigur hann.