Fleiri enn 100.000 fólk, sum eru smittað við koronu, eru deyð í Týsklandi, har tað búgva 83,8 milliónir fólk.
Tað sæst í tølum frá Robert Koch Instituttinum í gjár.
Síðani dagføringin kom gjáramorgunin eru 351 fólk afturat deyð. Tí er talið av deyðum við koronu nú komið upp á 100.119.
Stovnurin ger dagligar uppgerðir yvir koronustøðuna í Týsklandi.
/ritzau/