Kanska eru nøkur, sum ikki vita, hvør Seeb er, men tey flestu hava nokk hoyrt lagið “I took a pil in Ibiza”, sum hevur runga í Føroyum og um allan heim seinastu tíðina.
Nú koma so mennirnir, sum hava framleitt heimshittið til Føroyar at framføra á ólavsøku. Norðmennirnir Simen Eriksrud and Espen Berg eru mennirnir, sum mynda framleiðslubólkin Seeb. Teir eru nú eisini byrjaðir at framføra á ymiskum festivalum og seinast var á stóra festivalinum Tinderbox í Danmark.
Seeb gjørdist heimskendir við lagnum “I took a pill in Ibiza” hjá Mike Posner, sum teir hava endurgjørt. Sangurin er sera nógv spældur kring heimin, og ikki minst á Spotify, har sangurin er spælur yvir 500 milliónir ferðir. Og nú verður hann so at hoyra frá Seeb sjálvum í Klubbagarðinum, 28. juli.
Eisini hava teir fyri stuttari tíð síðani endurgjørt lagið “Hymn for the weekend” hjá Coldplay, sum eisini verður nógv spælt kring heimin í løtuni.
Seeb er uttan iva eitt tað størsta og mest aktuellu navnið, sum vitjar í Føroyum í ár.










