Lýs teg sjálvan við trimum orðum:
Ærukær, fryntlig og arbeiðsom
Hvat merki er bilur tín?
Renault
Hvat merki er telefon tín?
iPhone 5
Hvør er tín besta summarfrítíðaruppliving?
Í mínum yrkji ber ikki til at halda summarferiu um summarið. So 14 dagar í Domikansku Republikkini á hávetri kann bert viðmælast
Hvat orð ella hvønan setning nýtir tú oftast?
Tað er ongin trupulleiki
Hvørjum hyggur tú at hjá hinum kyninum?
Man har ikki vera vítt um at fara
Hvat ger teg í góðum lag?
Eri fyri tað mesta í góðum lag. Men tað eru eisini tungar løtur, og tá eru tað nøkur, sum uttan at hugsað um tað, eru júst har fyri meg.
Hvat stressar teg?
Latið meg ikki stressa.
Hvør er tín yndisrættur?
Salt kjálkar og bloyttar skipskeks
Hvat gleðir teg?
Tá tað sum eg geri eydnast
Hvat var seinasta ynskið, sum tú fekst uppfylt?
Ein túrur til Grønlands í september 2013
Hvar arbeiðir tú?
Matstovuni hjá Elisabeth
Hví valdi tú at arbeiða innan júst hesa vinnu ella øki?
Tí mær dámar væl at verða nakað fyri kundan, og sjálvandi eisini at arbeiða við mati
Hvør er stuttligasta uppliving tín í starvinum?
Tað man nokk verða tann dagin, eg fekk eina bók sendandi frá einum donskum rithøvundi. Hann skrivaði, at hansara vitjan á matstovuni og ein túrur runt í bygdini gav honum íblástur til ein Krimiroman, sum er yvir 400 síður.
Hvørjum tónleiki lurtar tú eftir?
Mær dámar bæði andaligan og tímiligan tónleik
Hvat er besta uppfinningin og hví?
Tað eru heilt víst nógvar góðar uppfinningar. Eg seti prís uppá, at tingini fungera, tá ið tey skulu brúkast.
Hvat er besta íløgan, tú hevur gjørt?
Byrjaði við Matsovuni her á Viðareiði
Hvat er títt besta heimaráð?
Ver ábyrgdarfull/fullur
Hevur tú nakað húsdjór?
Seyð og dunnur
Hvat hevði tú gjørt, um tú vann eina millión?
Tað sum kemur skjótt, fer eisini skjótt
Hvat hevði tú gjørt, um tú vann tíggju milliónir?
Tú kanst ikki keypa tær eydnu og lukku
Hvat er best við Føroyum og hví?
Landið er so avbera vakurt, og veðrið er so skiftandi, at vit kunnu ikki troyttast av tí.
Hvar ert tú um 10 ár?
Um eg havi lív og heilsu, so vanti eg, at eg verði her og arbeiði á matstovuni :-)
»Stólurin« í VikuBlaðnum 16. juni 2014