í starvsvenjing

.

Kjartan Hansen úr 9. C í Tórshavnar Kommunuskúla er farin í starvsvenjing hjá Johs. Berg Fa., har hann arbeiðir uppá bilar. Hetta dámar honum væl. Hann sigur at tað er sera áhugavert at hava við bilar at gera, og áhugin hevði sín part í, at hann valdi hetta. Hann kundi hugsað sær at havt hetta sum fast arbeiði, um hann hevði fingið tað bjóðað.


Jens Dam Ziska úr 9. C í Tórshavnar Kommunuskúla er farin í starvsvenjing í Arkitektavirkinum Arksam, har hann teknar og mátar. Honum dámar væl at vera har.

Í løtuni teknar hann eitt summarhús.

»Tað er áhugavert at tekna,« sigur hann.

Hann valdi hetta tí honum dámar væl at tekna. Hann veit ikki um hann hevði viljað havt hetta sum fast arbeiði.

»Tað kann vera,« sigur hann


Símun Waag úr 9. C í Tórshavnar Kommunuskúla er í starvsvenjing á Hotel Hafnia.

Har sleppur hann at royna eitt sindur av hvørjum. Hann hevur roynt seg sum tænara og kokk.

So hevur hann eisini reitt sengur upp og tikið ímóti fólkið í receptiónini. Honum dámar væl at vera har. Hann sigur tað vera spennandi. Hann hevði hug til at royna eitt sindur av hvørjum, tí valdi hann hetta. Hann veit ikki rættiliga, um hann hevði viljað havt hetta sum fast arbeiði, tað kundi verðið til tað.