Hóast Sambandsflokkurin fekk eitt gott fólkatingsval og Edmund Joensen við 2.416 persónligum atkvøðum setti met, misti flokkurin sessin.
- Fremsta orsøkin til tað var, at vit ikki høvdu nóg nógv valevni í Suðurstreymoy, sigur Kaj Leo Johannesen, formaður í Sambandsflokkinum.
Sjálvur hevði hann eitt serstakliga vánaligt val, tí frá at hava fingið 1.554 atkvøður í 2011, fekk Kaj Leo Johannesen bara 462 atkvøður hesaferð.
Kortini hevur hann ikki hug til at taka nakrar avleiðingar av vánaliga valinum. - Tað er í so drastiskt, sigur hann.
Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðu við formannin í Sambandsflokkinum.