- Í ráari kapitalismu skíta øll á hvørt annað

Rani Nolsøe, heldur at undir ráari kapitalismu er einki samhaldsfesti, og tí finnast summi listafólk at henni.

Í kjaksendingini hjá Óla Breckman í gjár, var sambandi millum mentan, list og politikk viðgjørt. Millum gestirnir hjá Óla var Rani Nolsøe, sum í mong ár framførdi, og framvegis framførir, kenda politiska tónleikin hjá Frændum.

 

Óli Breckman tekur fatur í, at Rani nú er leiðari á íverksetara húsinum, sum eggjar til produktivitet sambært marknaðartreytunum, hóast at Frændur kanska skrivaði atfinningarsamar sangir mótvegis kapitalismuni.

 

Hoyr alla kjaksendingina her

 

Rani Nolsøe vísir á, at tað ikki í veruleikanum merkir, at hann tekur undir við einari ráari kapitalismu, men heldur, at hann er sannførdur um, at kreativitetur er sterkasta drívmegin í einum samfelag.

 

- Vit vilja hava kreativitet og progressivitet í samfelagnum, tí tað førir størstu útviklingina við sær, sigur hann

 

Hugflogið er eisini tað, sum yvirlivir longst í einum samfelag, sambært Rana, men hugflogið kann køvast, um tað verður bundið í fyrisitingarligum skipanunum.

 

- Tað, sum yvirlivir best er kreativiteturin, meðan tað, sum doyr, er tað, sum er í rigidum strukturum. Okkara statsapparat eigur at steðga við tað solidariska. Vit hava í løtuni eitt juridiskt yvirapparat, har eingin veit hvussu nógvar lógir eru galdandi í Føroyum, sigur hann.

 

Men hann heldur, at ein framsøkin hugburður og íverksetaramentan ikki eiga at steðga teimum samhaldsføstu skipanunum í norðurlondum, og tískil kunnu listafólk finnast at ráari kapitalismu.

 

- Listafólk finnast at ráari, brutalari kapitalismu, tí har, snøgt sagt, skíta fólk á hvørt annað, sigur hann, og vísir til dømi í Brasil har fólk við bráðfeingistørvi á læknahjálp ikki fáa viðgerð, um tey ikki eiga pening.